So at siga hvønn dag verður ein kunnaður um royking og hvørji árin standast av hesum. Tú hoyrir í útvarpi, sært í sjónvarpi, lesur í fjølmiðlum og hoyrir tosan um royking og felagsboðskapurin fyri hesa kunning er heilt greiður at roykja er heilsuskaðiligt fyri roykjaran og tey, ið eru rundanum.
Eftirsum tað allíkavæl eru fleiri ung, ið byrja at roykja og fleiri, ið halda áfram at roykja eru myndugleikarnir í millum annað Kanada og Stóra Bretlandi farnir at finna nýggjar vegir at royna at fyribyrgja royking.
Royking fær teg at síggja 20 ár eldri út! Ljóðar eitt av boðskapinum.
Í Daily Mail sum er ein avís í Stóra Bretlandi, skrivar Sir Liam Donaldson, landsins hægsti læknaráðgevi, at tað er upp á tíðina at tey ungu læra seg hvat royking ger við útsjóndina.
Vakurleiki handlar um tað, sum er uttan á okkum. Sjálvur roykurin og tey kemisku evnini í sigarettroyki gera stóran skaða á húðina, sigur hann.
Hann vil eisini ávara tey ungu um at ikki hyggja at fotomodellum og sjónleikarum sum roykja og halda seg verða sexut.
- Tað einasta sum hendir við teimum, er at tey gerast rukkut og grá, meinar hann.
Daily Mail skrivar eisini, at roykjarir sum eru um 40 ára aldur hava líka nógvar rukkur sum ein ikki roykjari hevur tá hann er 60 ár.
Hárstráðini hjá einum roykjara eru veikari, og hárið slítist lættari eftirsum tey ikki fáa nóg nógv føðsluevni til røtirnar.
Gay Sutherland, sum er lækni á Maudsley sjúkrahúsinum í London sigur, at »sigarettroykur hevur 4000 ymisk kemisk evni og gassir - summi av hesum eru deyðilig. Roykurin ger, at kyknirnar verða hemmaðar í at bera tey evni runt í kroppinum sum millum annað hár og húð hava bruk fyri. Hetta ger, at húðin sær grálig og slitin út, og at hárið er tunt og slitið.«
Sigarettroykurin í sær sjálvum ger eisini, at húðin gerst turr. Kjálkarnir hjá roykjarum gerast meiri innholaðir av tí áhaldandi súgvandi rørðsluni, og húðsjúkdómurin psoreasis er vanligari millum roykjarir enn onnur.
Skrekkátøk
Í Singapore, Kanada og Brasilia hava myndugleikarnir valt at verða harðir móti roykjarum.
Har eru myndir av rotnum tonnum, einum krabbaraktum lunga og einum deyðum pinkubarni á sigarettpakkanum, skrivar CNN.
Og tað hevur sett skrekk í mong. 58 prosent av roykjarunum í Kanada siga, at tey hava hugsað meira um teir negativu virkningarnar av royking aftan á at átakið fór av bakkastokki. 44 prosent siga, at tey gjarna vilja gevast at roykja, 27 prosent roykja minni heima, 17 prosent goymdu sigarettpakkan, so onnur ikki sóðu myndirnar, og heili 24 prosent fluttu sigarettirnar til ein annan pakka.
Kanska eitt hugskot til teir Føroysku mynduleikarnar!
Keldur: Daily Mail, CNN, Aftonbladet, Apotek.fo









