Roykjarar hava ónatúrliga vekt

Nýggj gransking vísir, at roykjarar, sum leggja av, taka ikki so nógv uppá í vekt

Hetta er ivaleyst tíðin, tá ið nógv umhugsa at gevast at roykja. Ein stúra, sum fólk kunnu hava, er, at tey stúra fyri at taka nógv kilo upp á í vekt, tá ið tey leggja sigarettirnar á hillina. Men nú vísir nýggj gransking, at vektøkingin er avmarkað hjá fólki, sum leggja av at roykja.
Granskarar á Københavns Universitet hava granskað sambandið millum royking og vekt, og teirra niðurstøða er, at roykjarar, sum leggja av, fara ikki so nógv upp í vekt, sum tað ofta verður sagt, og í grundini fara roykjarar bara aftur til sína natúrligu vekt.

- Roykjarar viga minni enn ikki-roykjarar, tí nikotin minkar um matarlystin og økir stoffskiftið. Tað vil siga, at roykjarar hava eina ónatúrliga lága vekt, sigur Rasmus Køster-Rasmussen, lækni, við tíðindastovuna Ritzau.

Hann hevur staðið á odda fyri granskingini, sum er komin til ta niðurstøðu, at roykjarar, sum leggja av, fáa aftur ta vektina, sum teir allatíðina høvdu havt, um teir ikki royktu.