Roykjarar dýrir fyri fyritøkur

Tað kostar fyritøkum næstan 40.000 krónur meira um árið at hava roykjarar í starvi, heldur enn fólk, sum ikki roykja.

Tað vísir ein kanning, sum Ohio Stet University í USA hevur gjørt.

Sambært kanningina er orsøkin til “prísmunin”, at roykjarar hava størri sjúkrafráveru, dýrari heilsurøkt og eru minni effektivir, tí teir skulu hava sínar roykipausur.

Somuleiðis hevur kanningin tikið við, at roykjarar liva ikki so leingi og tí fáa minni útgoldið í eftirløn.

Fleiri arbeiðsgevarar í USA eru givnir at seta roykjarar í starv, skrivar tíðarritið, Tobacco Control.