Roykjarabørn viga minni

75 føroyskar mammur, sum áttu barn í fjør, royktu tá tær vóru til fyrstu barnakonukanning.

75 mammur, sum áttu barn í fjør, royktu tá tær vóru til fyrstu barnakonukanning.

 

Tað stendur í Heilsulýsing landslæknans fyri 2014. Landslæknin hevur kanna burðarvekt í mun til um mamman roykir ella ikki roykir.

 

75 av barnakonum hava sagt, at tær royktu, tá ið tær vóru til fyrstu barnakonukanning. 570 barnakonur søgdu, at tær ikki royktu. Í 2013 vóru tølini ávikavist 84 og 528.

 

Hagtøl viðvíkjandi burðarvekt, alt eftir um mamman roykti ella ikki roykti, tá hon var til fyrstu barnakonukanning, vístu, at miðalburðarvektin var ávikavist 3520 g og 3694 g.

 

Tað vil siga, at børn hjá mammum, ið royktu, vigaðu í miðal 174 g minni enn børn hjá mammum, ið ikki royktu, skrivar landslæknin í heilsulýsingini.