Roykjandi ráðharrin

Í Degi & Viku fríggjakvøldið var Thomas Arabo, fyrr­ver­andi løgtings- og lands­stýr­is­mað­ur gestur. Høvið var, at hann hevur talað at í sam­bandi við tosið um at minka um royking við at seta enn fleiri forboð.

Thomas Arabo er ímóti øll­um hesum forboðum, sig­ur hann, sum altso sjálvur hev­ur verið lógarsmiður.

Í hesum sambandi vísti sjón­varp­ið nakrar gamla mynd­ir. Sam­bært vertinum var hetta í sambandi við, at Sám­al Pet­ur í Grund koyrdi hann frá sum stjóra á Strand­ferðsl­uni í 1996.

Kanska var hetta eitt »gott boð«, sum Gunnar Nolsøe hevði sagt, um Finnur Koba var við í spurn­ar­kapp­ing. Men tað var kortini ikki rætt.

Myndir­nar, sum sjón­varp­ið vísti, vóru ikki av ein­um frá­koyrd­um strand­ferðsl­u­stjóra, men av ein­um roykj­andi Thom­­as Ar­a­bo, sum var lands­stýr­is­mað­ur í m. a. ídn­að­ar­mál­um – ella »fisk­i­mál­a­ráð­harri á landi«, sum sagt varð, í lands­stýr­u­num frá 1991-94.