Roykja óhugnaliga illa

? Fyribyrgingarráðið skal hava til uppgávu í serligan mun at tryggja eitt fyribyrgjandi arbeiði við útliti til ágóða av arbeiðinum nógv ár seinni. Fyribyrgingarráðið skal tí mannast við fólki, sum ikki bert fara eftir tí, sum er uppi í tíðini, men heldur teimum veruligu trupulleikunum, t.d. tubbaksroyking og fita. T.d. kann nevnast, at kanningar gjøgnum nógv ár millum næmingar í 9. flokki í fleiri europeiskum londum vísa, at føroyskir næmingar roykja óhugnaliga nógv samanborið við næmingar í hinum londunum.

ÓLAVUR Í BEITI


? Dentur má tí í nógv størri mun enn higartil verða lagdur á at mótvirka teimum orsøkum, ið finnast í samfelag okkara, sum elva til vælferðarsjúkurnar, soleiðis at fingin verður til vega ein betri javnvág millum okkum menniskju og umhvørvið.

? Fingu vit eitt gott umhvørvi í mun til tað, ið vit nú hava, vildi hetta óivað í stóran mun minka um teir nógvu tilburðir av hjarta- og æðrasjúku, krabbameini, ferðsluvanlukkum og sálarligum sjúkum. Hesar sjúkur eru sum nevnt tær altvaldandi í samfelagi okkara í dag. Heilsuverkið er í stóran mun hjálparleyst, tá ið talan er um at grøða hesar vælferðarsjúkur, eru tær fyrst komnar, sigur Helena Dam á Neystabø m.a. í viðmerkingunum til uppskotið um Fyribyrgingarráð.

Viðvíkjandi kostnaðinum, sigur heilsumálaráðharrin, at ikki ber til at siga við vissu, hvussu stórur kostnaðurin av virki fyribyrgingarráðsins verður, fyrrenn ráðið er valt og hevur gjørt sær arbeiðsætlan.

? Játtanin eftir galdandi skipan til tey trý verandi ráðini er 1,258 mió. kr. Nakað kann sparast við at leggja ráðini saman, men havast skal í huga, at játtanin ikki eigur at verða skerd, tí at virksemið hjá fyribyrgingarráðnum fevnir um alt almanna- og heilsuøkið, og ikki bert um ávísar sjúkur, soleiðis sum núverandi skipan ger.

? Ætlanin við hesum lógaruppskoti er, at skipa eitt fyribyrgingarráð, sum skal koma í staðin fyri hini trý ráðini, men sum eisini skal taka sær av øðrum heilsutrupulleikum. Her verður t.d. hugsað um trupulleikar, sum standast av skeivum kostvanum, vantandi likamsvenjing o.s.fr. Fyribyrgingarráðið skal sostatt vera eitt altfevnandi ráð, sum tekur sær av øllum teimum heilsutrupulleikum, sum koma fyri dagin, sigur Helena Dam á Neystabø m.a. í viðmerkingunum til uppskotið.