Tíggjunda árið á rað hevur Fólkaheilsuráðið biðið Gallup spyrja tilvildarliga vald fólk um teirra vanar við atliti til royking, rørslu og kost. Tilsamans 535 fólk 15 ár og eldri hava svarað ónavngivin.
Tað sigur Fólkaheilsuráðið.
Talið á teimum, sum roykja dagliga, hevur síðani 2005 ligið støðugt á umleið 25 %. Ongin serligur munur sæst á tølunum fyri kvinnur og menn. Hyggja vit uppá aldursbólkarnar, eru tað 15% av teimum heilt ungu ímillum 15 og 24 ár, ið roykja hvønn dag. Hetta er ein minking síðani 2008, tá 29% í hesum aldursbólki royktu. Flestir roykjarar eru millum tey 25 til 39 ára gomlu, nevniliga 33%. 40% av øllum teimum spurdu siga seg hava roykt áður, men eru givin. Hetta er áleið sama tal sum undanfarin ár.
BMI ella BodyMassIndex, sum er vektin í mun til hæddina vísir, at støðan er áleið tann sama sum undanfarin ár. 33% hava eitt BMI ímillum 25 og 30, t.v.s. tey eru ov tung og 12% hava BMI yvir 30, tað vit nevna feit.
Viðvíkjandi likamsvirkni sæst, at talið á teimum, sum ongantíð íðka ítrótt ella venja likamliga, hevur verið fallandi tey seinnu árini. Í 2007 vóru hesi 37%, og nú eru tað bert 14%, ið siga, at tey ongantíð íðka ítrótt ella regluliga likamliga venjing, herundir m.a. gongutúrar. Tilsamans 69% av teimum spurdu siga seg vera likamsvirkin í ítrótti ella øðrum likamsvenjingum 4 ferðir um vikuna ella meira.
62% av teimum spurdu eta frukt 4 ferðir um vikuna ella oftari. Umleið helvtin etur grønmeti meira enn 4 ferðir um vikuna. 20% eta fisk 4 ferðir um vikuna ella oftari. Í meðal eta tey spurdu 229 g av frukt og grønmeti um dagin. Hetta er áleið tað sama sum undanfarin ár, men væl minni enn 600 g av frukt og grønmeti um dagin, sum danska heilsustýrið mælir til.