Hetta varð staðfest á býráðsfundi í gjárkvøldið, tá málið um keyp av bygningunum hjá Roykivirkinum í Álakeri var til viðgerðar.
Ætlanin var at keypa hesar bygningarnar at nýta hjá ymiskum húsvillum frítíðarfeløgum í Havn fyri 7 mió kr. Men tá málið kom til atkvøðugreiðslu varð tað felt.
Endamálið við keypinum var at bjóða m.a. Bjargingarfelagnum, Froskmannafelagnum, MC-felagnum og Kajakkfelagnum eitt umhvørvi til felagsvirksemið.
Á fundinum í gjárkvøldið fekst ikki undirtøka fyri ætlanini, tí mett varð at vinnan sjálv átti at yvirtaka bygningarnar.
Bygningarnir hava staðið tómir í eini 6-7 ár, og líkt er til at tað koma teir at gera eina tíð aftrat.