Minni enn fimti hvør av teimum 17-18 ára gomlu roykja dagliga. Tað vísa nýggj úrslit úr kanning, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt av teimum, sum eru fødd í 1996.
18,3 prosent av teimum 17-18 ára gomlu siga seg roykja hvønn dag. Hetta er sløk fýra prosentstig færri enn miðaltalið fyri føroyingar, sambært Gallupkanningini hjá Fólkaheilsuráðnum frá august. Hon segði nevniliga, at 22 prosent av føroyingum roykja dagliga.
– Tað hevði sjálvandi verið ynskiligt, at talið hevði verið uppaftur lægri, men sæð út frá eini heildarmynd, og samanbera vit við miðaltalið í Føroyum sum heild, so er tað ikki so galið. Allar kanningar vísa jú, at jú eldri tú gerst, jú minni gerast sannlíkindini fyri, at tú byrjar at roykja, og við hesi kanningini nærkast vit einum tali, sum er á sama stigi sum okkara grannalond, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Hann vísir á, at hetta talið er á sama stigi, sum tey í 9. flokki søgdu seg roykja í 2011.
– Hetta merkir jú, at tað eru ikki fleiri, ið eru farin at roykja, nú tey eru komin longur inn í tannárini. Og tað er eitt gott rák."
Sløk 70 prosent siga seg ongantíð roykja, og 12 prosent siga seg roykja av og á.