Roykitiltak í Klaksvík

Fimta árið á rað verður skipað fyri árligum roykiátaki fyri skúlarnar í Klaksvík. Hetta verður komandi fríggjadag í KFUM&K Tiltakið byggir á fakliga vitan og hagtøl um roykisiðir millum børn í skúlaaldri í Norðoyggjum. Roykiátakið verður annars skipað eftir undirhaldsleisti, har kendir persónar greiða frá teirra royndum og hugburði til royking sum nakað ?ræst?, ið herrópið hevur verið.

Tónleikur, ymiskt undirhald, heiðursbrøv til tey, ið ikki roykja o.m.a. er á skránni, sum Ragnhild Ellingsgaard samskipar og sigur frá.

Roykiátakið í Klaksvík er eitt av trimum tiltøkum, sum landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, fegnast stórliga um.

- Ja, hann er so fegin, at hann skjýtur upp at kalla Klaksvík ?heilsubý?, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Hetta er fimta árið á rað, at roykitiltak, sum er fyri skúlarnar í Klaksvík, verður hildið. Tiltakið verður í KFUM & K klokkan 10 fríggjadagin.