Ein meiriluti av dønum ilskast um, at arbeiðsfelagar brúka arbeiðstíðina upp á at roykja. Sambært meiningakanning, sum kanningarstovnurin Wilke hevur gjørt fyri tíðindastovuna Newspaq, eru 52 prosent av dønum antin hart ímóti ella eitt sindur ímóti, at arbeiðsfelagar festa í nikotinstengurnar í arbeiðstíð.
Men hetta er ikki tí at roykurin nervar okkum, tí roykingin gongur fyri seg uttandura ella í roykirúmum, men tí at roykingin tekur tí frá arbeiðnum, tey annars áttu at gjørt.
Lis Lyngbjerg Steffensen, sum undirvísir í leiðslu og stressi, er ikki kløkk um úrslitið.
- Tey, sum ikki roykja, sita ofta eftir og hugsa, at nú taki eg tað tunga takið, meðan roykjararnir eru úti og stuttleika sær. Eg fái jú ikki ein slíkan steðg upp á 10 minuttir, sigur hon.
Sálarfrøðingurin og stjórin í Sentrinum fyri Strongd og Trivnað, Jeanett Bonnichsen, er samd.
- Fólk eru so trýst, at tey eru politistar móti hvør ørðum, og sjálvandi halda vit eisini eyga við, hvussu leingi fólk halda roykisteðgir, sigur hon.
Men serfrøðingarnir í strongd leggja dent á, at steðgir eru ikki bara tíðarspilla. Steðgir eru neyðugir, fyri at vit kunnu arbeiða effektivt.
- Tað at sleppa arbeiðinum í fimm minuttir merkir, at heilin fær koblað úr og kroppurin sleppur at røra seg. Og kanska fær mann eisini prátað eitt sindur við ein arbeiðsfelaga, vísir Lis Lyngbjerg Steffensen á.
Halda vit ikki roykisteðgir, skulu vit tí halda minst tveir kaffi- ella sjokulátasteðgir gjøgnum ein dag, umframt ein langan døgurðastegð.