Klaksvík:
Annað átakið í móti royking hjá skúlunum og heilsunevndini í Klaksvíkar kommunu verður nú fríggjadagin í KFUM og K. Átakið byrjar klokkan tíggju og mangt og hvat spennandi er á skránni.
Tað fyrra átakið var sjálvan altjóða roykidagin tann 31.mai 2002, og hevði tað heitið Tað er ræst at roykja. Í sambandi við tað átakið varð gjørd ein kanning, sum vísti, at umleið annar hvør næmingur í framhaldsdeildini í skúlunum roykti.
Nú er so aftur gjørd ein kanning, sum verður avdúkað fríggjamorgunin. Formaðurin í heilsunevndini Rani Nolsøe sigur, at tey eru sera spent uppá úrslitið av kanningini, tí hon kemur at staðfesta, um hesi átakini gera nakran mun og um hetta er gongda leiðin til ein roykfrían skúla.
? Her skal sigast beinanvegin, at lærararnir eru undangongufólk í dag, tá tað kemur til royking. Tað eru alsamt færri og færri lærarar, sum roykja, og er tað serstakliga gott, heldur formaðurin í heilsunevndini í Klaksvíkar býráð.
Spennandi skrá
Hóast hetta átakið ikki er á sjálvum Altjóða roykidegnum, so ivast Rani ikki í, at tað fer at eydnast væl.
? Hetta verður bara meira okkara egna átak av tí sama, sigur hann.
Sum sagt er ein spennandi skrá fyri dagin, og nógv verður gjørt burturúr. Nøkur ítróttarfólk, sum eru komin langt áleiðis innan teirra ítróttargrein koma at tosa við næmingarnar um royking.
Brandur Enni, sum hevur ætlanir um at koma langt innan tónleikin verður eisini har. Og hartil kemur sjónvarpslæknin Peter Qvortrup Geisling eisini at hava eitt innlegg.
Og at enda verður so úrslitið av roykikanningini millum næmingar í framhaldsdeildini lagt fram.
Rani Nolsøeer sera spentur, og hann fegnast um, at hesi átak hava verið, tí hann er ikki í iva um, at tað ger mun.
? Hetta hava skúlarnir arbeitt við í samstarvi við Klaksvíkar kommunu. Og býráðið hevur tikið undir við hesum átakunum og játtað pengar til tað, sigur Rani og leggur afturat, at onnur átøk eisini fara at koma.