Tað er eingin ivi um at royknig og kaffi í nógvum førum hoyra saman, men um tú hevur hjarta títt kært, er tað best at lata vera við at nýta tey samstundis.
Granskarar frá Athens medical School og Hippokration Hospital hava kannað hvussu kroppurin reagerar upp á hesi bæði njótingarevni. Teir komu fram til at kaffi og sigarettir saman eru meira skaðilig fyri hjartað, enn um tey verða nýtt hvørt fyri seg.
Kanningar av langtíðarárininum gav sama úrslit.
Kaffi og sigarettir saman hava eisini negativa ávirkanin á blórenslið uttan at granskarar eru heilt vísir í orsøkini.
www.forskning.no