Lótu allar barnakonur í Danmark verða við at roykja, so hevði fjórðahvørt deyðfødda barn komið til verðina á lívi, og fimta hvørt deyðsfall millum smábørn undir eitt ár hevði ikki komið fyri.
Tað vísir ein nýggja kanning, sum er gjørd á Universitetshospitalinum í Århus, og sum er almannakunngjørd í American Journal og Epidemiology.
Granskararnir í Århus hava kanna 25.000 barnakonur, og teir hava fyri fyrstu ferð nakrantíð staðfest illgrunan um, at royking kostar lív. Í Danmark er talan um eini 150 barnalív um árið.
? Hetta er ein ómetaliga týdningarmikil boðskapur. Summar mammur siga, at børnini verða lættari, um tær roykja, og tað gevur eina lættari føðing. Men tað vísir seg tíverrri, at royking er lívsvandamikil, sigur læknin Kirsten Wisborg, leiðari fyri granskingararbeiðið.
Granskararnir hava samanlíknað tøl fyri roykjandi og ikki-roykaandi kvinnur, sum hava verið við barn, frá 1989 til 1996, og tað eru hesi tøl, sum granskingin byggir á.