Stefan í Skorini
Á fundi tann 7. juni samtykti mentamálanevndin hjá býráðnum at heita á umsitingina í svimjihøllini um at seta roykiforboð í verk, og svimjihallarleiðarin, Heri Olsen, skal skipa so fyri at samtyktirnar hjá nevndini verða settar í verk.
Enn er einki roykiforboð sett í verk í svimjihøllini, av tí at tey fleiri av starvsfólkunum og hallarleiðarin eru í summarfrí, men tá ið hesi eru afturkomin verður roykiforboð sett í verk í svimjihøllini. Tað verður neyvan eitt fullkomið roykiforboð fyri alla svimjihøllina. Talan verður kanska um at gera eitt roykirúm fyri starvsfólki, men enn er óvist, hvussu hetta roykiforboðið fer at virka.
Kaj Leo Johannesen, formaður í mentamálanevndini, sigur, at allur tann almenni parturin av svimjihøllini skal verða roykfríur. Hvussu starvsfólkið innrættar seg til roykiforboðið verður upp til tey og leiðaran.
Eisini sigur hann, at ætlanin er at áleggja fleiri almennum stovnum í Havn at seta í verk roykiforboð, men at hetta enn bert liggur í luftini og er ikki endaliga avgjørt. Kanska verður svimjihøllin tann fyrsti av fleiri almennum stovnum, sum skulu seta roykiforboð í verk.









