Landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum ætlar, at bann skal vera fyri royking í øllum privatum fyritøkum, eisini gistingarhúsum, matstovum og kaféum. Men eitt slíkt bann kann merkja ein inntøkumiss fyri matstovuvinnuna, heldur Ása Johnsdóttir, stjóri á Hotel Hafnia
Í síðstu viku gjødu vit nógv burturúr, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum ætlar at leggja uppskot fram um fullkomið roykimann á privatum virkjum – herundir eisini á gistingarhúsum og matstovum.
Forkvinna í Gistingarhús- og Matstovufelagnum er Ása Johnsdóttir, stjóri á Hotel Hafnia. Hóast hon ikki er ímóti roykfríum umhvørvi, tí hon heldur, at fleiri kundar fara at fegnast um tað, so vísir hon á www.industry.fo á, at matstovuvinnan ikki er eitt gullnám, og at flestu fyritøkurnar koyra við sera teprum úrslitið.
Hon veit ikki neyvt, hvat hetta fer at kosta matstovunum, men vísir á, at søla av tubbaki er ein marginalvøra.
Hinvegin vísir hon á tann stóra trupulleikan, sum matstovurnar hava av, at tær ikki kunnu keypa í Rúsuni upp á vanligar handilstreytir, men skulu keypa kontant fyri sama prís, sum øll onnur. – Hetta merkir, at inntøkurnar eru nógv minni enn í grannalondunum, sigur hon og eftirlýsir tí onkrar glottar heldur enn tiltøk, sum bara merkja enn truplari inntøkumøguleikar.