Roykibann í Beijing

Kinesisku myndugleikarnir hava kunngjørt roykibann á almennum støðum í høvuðsstaðnum Beijing undan Olympisku leikunum, sum verða hildnir har í summar. Roykibannið kemur í gildi 1. mai og er ein liður í arbeiðnum at broyta stórbýin, áðrenn teir mongu útlendsku gestirnir koma til býin. Beijing er tann fyrsti kinesiski býurin, sum fær eitt umfatandi roykibann á almennum støðum.