Maria Olsen í Klaksvík, sum áður hevur havt sonevnd roykistopp-skeið, fer í næstum undir enn eina røð av skeiðum.
Lagt verður fyri á altjóða roykfría degnum, sum er 31. mai, og síðani hittast luttakararnir ætlandi fimm ferðir afturat, har tey læra, hvussu tey skulu sleppa av við nikotin-trongdina.
Maria sigur, at skeiðið er á leið hálvan annan tíma hvørja ferð, og um tørvur er á tí, so er møguleiki at víðkað skeiðið til at fevna um eini seks til sjey kvøld, heldur enn tey fimm, sum upprunaliga eru ásett.










