Seinasta leygarkvøldið var føroyska vertshúsið og spælistaðið í Keypmannahavn roykfrítt. Roykiforboðið, ið var roynt í sambandi við konsert við Hanusi G. Johansen, riggaði væl Í august verður alment roykiforboð sett í gildi í Danmark á øllum mat- og ølstovum, ið eru yvir 40 fermetrar. Seinasta leygarkvøldið varð roykiforboð roynt á fyrsta sinni á Skarv. Hetta var bert nakrar vikur eftir, at sløkkiliðið vitjaði á Skarv, orsakað av at eldávaringarskipanin fór í gongd av sær sjálvum. Men orsøkin til roykfría kvøldið hevði einki við viðkvæmar roykávararar at gera. Roykiforboðið var í sambandi við konsert við Hanus G. Johansen. Tað var vísusangarin sjálvur, ið hevði sett fram ynskið um roykfrítt høli, men fyri føroysku barrina var hetta ein góð roynd, ið gav innlit í komandi støðuna.
Vit fingu orð á tónleikafyriskiparan á Skarvi, Edmund S. Jacobsen og spurdu hvussu kvøldið spældi av?
- Vit høvdu hongt forboðsskelti upp, og føroyingar virdu forboðið. Hetta er fyrstu ferð í 33 ár, at Skarv noktar gestunum at roykja innandura. So tað var rættiliga spennandi, at vita hvussu tað fór at rigga. Men tað riggaði væl. Nógvir gestir tosaðu um hvussu nógv betur luftin var, og hýrurin gjørdist bara betur, tí tað er jú bert fáir metrar út í túnið at roykja. Tá tað leið móti morgni og konsertin var liðug, byrjaðu nøkur aftur at pumpa giftpinnarnar. Forboðið hesaferð var bert ásett til konsertina, greiður Edmund frá.
Tá Roykiforboðið kemur í gildi kunnu resturatørar kunnu, tá avskermað ávíst økið, sum eina roykistovu við útsúgving og konstantum undirtrýsti. Enn er tó eingin avgerð tikin um, hvørja loysn Skarv fer at brúka.