Sum tann fyrsta matstovan í landinum gjørdist Glasstovan á Hotel Føroyum roykfrí á nýggjárinum.
Hendan royndin hevur verið góð, sigur Birna Jacobsen, sølustjóri á Hotel Føroyum. Í hvussu er hevur hon ikki ávirkað umsetningin hjá matstovuni negativt, sigur hon, Heldur hinvegin.
Tað ger so, at tey hava gjørt av at hava matstovuna roykfría permanent, og at døma eftir eini kanning, tey hava gjørt millum viðskiftafólkið, er hetta ein røtt avgerð, vísir hon á.
Kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri hotellið, vísir, at stórur meiriluti av teimum spurdu, bæði roykjarum og ikki roykjarum, halda, at Glasstovan eigur at vera roykfrí. Ikki færri enn 84 prosent av samlaðu luttakarunum í kanningini, eru fyri hesum.
Bæði millum roykjarar og ikki roykjarar er meiriluti av teimum, sum vilja hava matstovuna roykfría. Ikki færri enn 63 av roykjarunum halda tað vera í lagi við roykfríari matstovu.
Ikki óvæntað eru heili 91 prosent av ikki roykjarunum fyri hesum tiltakinum.
Eisini hava tey í kanningini spurt, hvat fólk halda um, at hotellið, alt sum tað er, skal vera roykfrítt. Har er býtið helvt um helt av teimum, sum vóru við í kanningini. 50 prosent prosent til hvønn partin.
Ávirkan uttaneftir
Tað er í samband við roykfría dagin týsdagin 31. mei, at hesi tølini verða kunngjørd nú, sigur Birna Jacobsen.
Men sjálvt tiltakið hjá Hotel Føroyum er ávirkað av gongdini á hesum økinum uttanlands. Har gerst tað alt meira vanligt í alt fleiri londum, at slík støð sum matstovur og gistingarhús yvirhøvur gerast roykfrí. Nevnd verða lond sum Írland, Italia, Malta og Noreg, sum undangongulond. Eisini í Svøríki kemur roykiforboð í gildi á matstovum og almennum støðum frá 1. juni í ár.
Belgia fer eisini at seta eitt roykiforboð á matstovum í gildi frá 2007. Tó verður hetta forboð heldur meira avmarkað enn í ørðum ES londum.
Verja starvsfólkið
Umframt at koma viðskiftafólkinum, sum ikki roykir, til góðar, er átakið eisini gjørt fyri at verja starvsfólkið, sum dagliga ferðast í matstovuni, sigur Birna Jacobsen.
Kanningar hjá danska »Arbejdsmiljøinstituttet« vísa, at í Danmark doyggja fimm til tíggju tænarar árliga av passivari royking.
Hóast matstovan á hotellinum er roykfrí, eins og fundarhøli eisini eru tað, er tað kortini ikki fullkomið roykibann. Tað privatar veitslur verða hildnar, er tað verturin, sum ger av, um roykjast kann ella ikki, sigur Birna Jacobsen, sølustjóri á Hotel Føroyum. Og í barrini í móttøkuhøllini, á Vaglinum og í einstøkum gistingarrúmum á hotellinum ber eisini til at roykja, sigur hon.
Kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Hotel Føroyar, vísir eisini, at í mun til 2003 minkaði samlaða talið av roykjarum í 2004 við seks prosentum.