Hjúnini Álvur og Katrin Hansen og teirra synir Sámal Jákup og Torvald mistu at kalla alt, tey áttu, tá teirra hús brendu í grund í Gøtu mánadagin.
Tað kundi verið upp aftur verri, var tað ikki fyri roykávaringina í stovuni. Álvur og báðir synirnir vóru uppi á loftinum, tá tað fór at ýla. Teir fóru alt fyri eitt niður undir, og hóast Álvur royndi at basa eldinum við einum eldsløkkjara, sum var í húsinum, so munaði hetta onki.
Men ongin teirra fekk mein av eldinum, tí roykávaringin gav teimum stundir at sleppa niður gjøgnum smølu trappurnar av loftinum.
Sløkkiliðið, sum kom á staðið um hálvgum eitt tíðina megnaði ikki at basa eldinum fyrr enn klokkan hálvgum seks. Og tá var alt farið. 80 ára gomlu fyrrverandi keypmannahúsini vóru isolerað við holmi og tað var serliga holmurin, ið gjørdi, at eldurin kyknaði upp aftur fleiri ferðir.










