Í Fraklandi hevur sosialistiski politikarin Segolene Royal nú boðað frá, at hon ætlar sær at stilla upp til franska forsetavalið, sum verður um várið í 2012. Hon stillaði eisini upp í 2007, men tapti tá ímóti Nicolas Sarkozy.
Í samrøðu við franskar fjølmiðlar sigur Segolene Royal, at hon hevur umhugsað støðuna leingi, og at hon nú hevur gjørt av at royna at gerast forsetavalevni hjá Sosialistaflokkinum.
Í 2007 fekk Sarkozy tvær milliónir fleiri atkvøður enn Royal, men umdømi forsetans er versnað nógv síðani. Millum annað eru nógvir fransmenn sera misnøgdir við broytingar í pensjónunum.
Segolene Royal fær væntandi kapping, tá Sosialistaflokkurin fer at taka støðu til uppstillingina. Eitt nú hevur stjórin í Altjóða Gjaldoyragrunninum, Dominique Strauss-Kahn, sagt, at hann umhugsar at royna at gerast valevni hjá sosialistunum.