Royal League, sum rúmar teimum bestu norðurlendsku fótbóltsfeløgunum, varð undan hesum kappingarárinum tikin av skránni, eftir at tað hevði gingið striltið við at fáa tað fíggjarliga at hanga saman. Nú er tó aftur vón fyri nýggjari Royal League til komandi kappingarár. Nevndin í kappingini var í dag á fundi, og tey løgdu væl at. Undirtøka var frá bæði Danmark, Svøríki og Noregi um at fáa kappingina aftur á beinini, og nevndin fer nú at stríðast fyri at fáa eina sjónvarpsavtalu uppá pláss. Kappingin rúmar fýra teimum fremstu feløgunum úr Danmark, Svøríki og Noregi. Kappingin hevur verið hildin tríggjar ferðir, Brøndby vann hana í fjør, meðan FCK vann hana hini bæði árini.