Tað gongur tann rætta vegin hjá grønlendsku fiskivinnufyritøkuni Royal Greenland. Í fyrra hálvársroknskapi fyri 2011-2012, sum bleiv almannakunngjørdur í gjár, sæst, at felagið hevði 71 milliónir krónur í avlopi. Tað er heilar 59 milliónir krónur meiri enn í fjør, sum var tað besta árið hjá felagnum í longri tíð.
Skuldin hjá Royal Greenland er minkað 187 milliónir krónur og er nú umleið 1,7 milliard krónur. Samstundis er umsetningurin vaksin átta prosent.
Royal Greenland hevur góðar vónir um árið í ár. Áhugin fyri grønlendskum fiskavørum so sum rækjum, svartkalva, royktum vørum, toski og hýsu er stórur, og tí væntar felagið, at árið fer at enda við umleið 100 milliónum krónum í avlopi.