Eftir eitt serstakliga vánaligt ár í fjør, gongur tað nú betri hjá Royal Greenland, og felagið tjenar aftur pening í tí primera rakstrinum. Sambært seinasta ársroknskapinum, sum var almannakunngjørdur mikudagin, hevur felagið framvegis hall, men nú er hallið niðri á 43 miljónum í mun til 196 miljónir krónur árið fyri.
- Vit høvdu vónað, at roknskapurin fór at standa upp og niður, og tí er úrslitið ikki nøktandi. Men nú gongur rætta vegin, og í løtuni er vøkstur í øllum aktivitetum hjá felagnum.
Tað sigur Flemming Knudsen, stjóri í Royal Greenland.
Hann vísir á, at úrslitið av primera rakstrinum gjørdist eitt avlop á 73 miljónir krónur móti einum halli árið fyri á 86 miljónir krónur.
- Tað eru tvær orsøkir til framgongdina. Í fyrsta lagi hava vit skorið burtur virksemi, sum gevur hall, eitt nú eitt virki í Hanstholm, har vit arbeiddu feskan fisk. Í øðrum lagi er lutfallið millum teir prísir, vit skulu gjalda fyri rávørurnar og tað, sum lidnu vørurnar kunnu seljast fyri, við at stabilisera seg.
Hann sigur, at fíggjarkreppan elvdi til, at eftirspurningur og søluprísir fóru í botn, men rávøruprísirnir fylgdu ikki við.
- Nú er betri samanhangur í, leggur stjóri aftrat.
Umsetningurin hjá Royal Greenland er minkaður úr 4,7 miljardum niður í 4,2 miljardir krónur, og talið av starvsfólki er minkað úr 2.080 niður í 1.934.
Roknskaparárið gongur frá 1. oktober til 30. september.
Hetta er seinasta roknskaparárið hjá virkandi stjóranum, Flemming Knudsen.
Hin 1. apríl í ár tekur Mikael Thinghuus, sum hevur verið stjóri í Idé Møblum, við stýrisvølinum í Royal Greenland.










