Royal Greenland altjóða virðisløn

- Vit eru ógvuliga errin av at hava fingið hesar virðislønir, sigur leiðarin á søludeildini hjá Royal Greenland í Týsklandi, Rene Stahlhofen.

Grønlendska felagið Royal Greenland fekk herfyri tvær virðislønir, tá felagið Seafood Star í Hamburg í Týsklandi býtti út virðislønir til fiskiídnaðin.

 

Týska fyritøkan er komin eftir, at ”Nutaaq cod” og ”Goumet sliced” toskur eru bestu vørurnar í bólkinum, sum fevnir um frystar og royktar fiskavørur.

 

Hetta er avgerðin hjá dómarapanelinum, sum hevði til uppgávu at meta um vørurnar.

 

- Vit eru ógvuliga errin av at hava fingið hesar virðislønir, og vit eru serliga errin av virðislønini til ”Nutaaq cod”. Endiliga fingu vit ein uppibornan heiður fyri hesa góðu og unikku vøru.

 

Tað sigur leiðarin á søludeildini hjá Royal Greenland í Týsklandi, Rene Stahlhofen, við heimasíðuna hjá felagnum.