Royal elvt til øði

Franska forsetavalevnið Ségoléne Royal hevur fingið øði í kanadiskar politikarar, tí hon á einum fundi fyrr í vikuni segði seg taka undir við, at kanadiski landsparturin Quebec tekur loysing frá hinum partinum av landinum. Í Quebec tosa fólk franskt, meðan enskt er kanadiskt ríkismál. Kanadiski forsætisráðharrin, Stephen Harper, gjørdi alt fyri eitt greitt, at útlendskir politikarar eiga ikki at leggja seg út í innanhýsis kanadisk viðurskifti. Tvær ferðir hevur fólkið í Quebec fingið høvi at velja loysing, men báðu ferðirnar fall uppskotið. Fyrru ferð var í 1980, og seinnu ferð var í 1995.