Roy Keane tøkur móti føroyingum

Írska fótbóltslandsliðið, ið føroyingar skulu dystast við seinni í ár, hevur fingið kærkomnan styrk. Liðskiparin hjá enska stórfelagnum Manchester United, Roy Keane, hevur boðað frá, at hann aftur er tøkur á írska landsliðnum

Uttan iva besti írski leikarin seinnu mongu árini, Roy Keane, valdi undir heimsmeistarakappingini í fótbólti í Japan og Korea á sumri í 2002 at fara úr írska landsliðshópinum eftir ein samanbrest við táverandi venjaran Mick McCarthy. Keane, ið eisini var liðskipari hjá Írlandi, var ónøgdur við umstøðurnar og helt írska fótbóltssambandið verða óprofessionelt.

Deildar meiningar
Longu fyri meiri enn einum ári síðani samráddust núverandi venjarin hjá írum, Brian Kerr, Roy Keane sjálvur og venjarin hjá Manchester United, Alex Ferguson, um eitt møguligt come-back, men valdu at bíða eina tíð, millum annað tí at Keane hevði so nógvar skaðar at dragast við. Nú eru teir so komnir ásamt um, at tíðin er búgvin til, at ein av heimsins bestu miðvallaleikarum kemur aftur á írska landsliðið.
At Keane kemur aftur á landsliðið, fer óivað at hava við sær, at nógv kjak verður um avgerðina. Tá ið miðvallastjørnan segði landsliðnum farvæl undir HM í 2002, vóru meiningarnar ógvuliga deildar millum írska fólkið. Nógv kallaðu hann ein landasvíkjara, meðan onnur stuðlaðu honum. Tað eru tí heldur ikki óvæntað eisini deildar meiningar um, hvat fólk halda um, at Keane nú vendur aftur. Navnframi Frank Stapleton, ið hevur leikt í álopinum á bæði írska landsliðnum og hjá Manchester United, sigur, at tað fer óivað at deila trúgvu áskoðarafjøldina hjá írum í tveir bólkar, men hann leggur afturat, at Keane er ein kærkomin styrkur til írska miðvøllin.
Írski landsliðsvenjarin, Brian Kerr, er sjálvsagt ovurfegin um hava Roy Keane við aftur, men tað eru tó nakrir av landsliðsleikarunum, ið neyvan eru so fegnir. Millum annað hevur fyrrverandi Liverpool- og núverandi Sunderland leikarin, Jason McAteer, sagt, at hann aldrin fór at fyrigeva Roy Keane, at hann vendi írska landsliðnum bakið.

Trupul uppgáva hjá føroyingum
Tá ið føroyingar skulu á vøllin á Landsdowne Road í Dublin seinni í ár, er tað ein ógvuliga trupul uppgáva, ið stendur fyri framman. Írska landsliðið hevur nógvar stjørnur í hópinum, og úrslitini seinastu mánaðirnar tala fyri seg. Millum annað leiktu teir javnt, 0-0, móti heimsmeistarunum úr Brasil í Dublin fyrr í vetur, og seinni hava teir bast kekkum, ið annars høvdu verið ósigraðir í rættuliga langa tíð.
Millum kendastu leikararnar í írska landsliðshópinum eru, umframt Roy Keane, eisini Damien Duff úr Chelsea, John O'Shea úr Manchester United, Steven Carr og Robbie Keane úr Tottenham, Steve Finnan úr Liverpool.og málverjin Shay Given úr Newcastle. Hetta eru øll kend nøvn millum fótbóltsáhugaðar føroyingar, og eingin ivi er um, at tað verður ein uppliving hjá føroyska landsliðnum at leika móti hesum monnum.