Roy Keane orkar ikki tvey arbeiði

Fyrrverandi Manchester United miðvallarin hevur sagt upp í Aston Villa

Roy Keane hevur hetta kappingarárið verið hjálparvenjari hjá bæði Aston Villa og írska landsliðnum. Nú hevur hann sagt upp sum hjálparvenjari hjá Aston Villa, tí hann sigur seg ikki megna at røkja báðar uppgávurnar.

 

- Tað er ov mikið at vera hjálparvenjari hjá bæði Aston Villa og Írlandi. Tað er ikki rættvíst fyri hvørki Aston Villa ella írska landsliðið. Tí havi eg valt at leggja starvið í Aston Villa frá mær, sigur Roy Keane, sum í dag boðaði leiðsluni í felagnum frá avgerðini.

 

- Eg vil takka Roy Keane fyri tíðina í felagnum. Hóast hann ikki hevur verið her leingi, so hevur hann givið okkum nógv, sigur Paul Lambert, venjari hjá Aston Villa.

 

Roy Keane hevur síðani tíðina sum liðskipari hjá Manchester United roynt seg sum venjara hjá Sunderland og Ipswich Town. Hann hevur eisini fingið nógv umtalu fyri hansara leiklut sum viðmerkjari hjá bretsku sjónvarpsstøðini , ITV. Har hevur hann millum annað funnist hvassliga at Sir Alex Ferguson.