Vit kenna hann sum stríðsmannin á miðvøllinum hjá Manchester United í seinnu hálvu av 90?inum. Seinastu 20 mánaðirnir hevður 39-ára gamli landsmaðurin hjá Brian Kerr staðið á odda fyri Ipswich Town, sum hevur húsast í The Championship, ið er næstbesta deildin í Onglandi.
Ipswich liggur á einum 19. plássi og hevur tapt sjey av teimum seinastu níggju dystinum. Ringa gongdin í ár hevur nú ført til, at eigarin av felagnum hevur valt at siga Roy Keane úr starvinum sum venjari.
Roy Keane var settur sum venjari í apríl 2009. Byrjanin upp á kappingarárið í fjør var tann ringasta í søgu felagsins. Teir megnaðu ikki at vinna í 14 teimum fyrstu royndinum. Manchester United legendan var undan tíðini í Ipswich, venjari hjá Sunderland, sum hann førdi úr The Championship til Premier League.
Sambært Dailymail, so vann Roy Keane bara 28 av teimum 81 dystinum, ið hann var venjari hjá Ipswich. Fyrrverandi venjari hjá Newcastle, Chris Hughton, er millum teirra, sum sigast vera um boðið at gerast nýggjur venjari.
Ispwich hevði síni gyltu ár síðst í 70?inum og fyrst í 80?inum. Liðið vann millum annað FA Cup og UEFA Cup. Maðurin í tá stóð á odda fyri Ipswich var ongin minni enn Sir Bobby Robson sáli. Einasta meistaraheiti kom í 1962/63 við Sir Alf Ramsy á odda, sum seinni vann HM við Onglandi í 1966.










