Roy fekk norðmenn at kava

Dóttirin í Føroyum fekk Roy Poulsen at innflyta hoppidilluna til Noregs. Nú loypir eisini hvør norðmaður á sjógv

Hoppidillan ferðast nú eisini við fullari ferð í Noreg. Og tað er ein føroyingur, sum fær skyldina fyri hetta.

 

Norska nordlys.no hevur leitað seg fram til, at Roy Poulsen er navnið á manninum, sum hevur fingið norðmenn at loypa á blámann, eftir at hann fekk eina avbjóðing frá dóttrini heima í Føroyum.

 

Men nú sigur Roy, at hann biður norðmenn um umbering fyri at hava tveitt hálva tjóðina á blámann, og sjálvur sigur hann við nordlys.no, at hann fyri 41 likes bara fyrsta minuttin eftir at hann hevði lagt hesa út.

 

- Alt byrjaði við, at revsingin var ein øl ella ein biograftúrur, men nú er tað komið har til, at talan er um heilar kassar av øli ella spritti.

 

- Men tað eri ikki eg, sum havi byrjað hetta. Eg havi bara borið stafettina víðari, sigur Roy við nordlys.no.