Margarinfabrikkin virkishús fyri børn og ung, bakkar fult upp um ársins tónleikatiltak ROX 2004 í Badmintonhøllini.
Seinastu árini hevur Margarinfabrikkin verið kanska einasti opni alternativi pallur fyri yngru tónleikabólkarnar í Havn. Við jøvnum millumbili hava konsertir verið, har nýggjur tónleikur, alt frá heavy til techno, hevur verið framførdur. Allir bólkarnir á konsertini hava tætt tilknýti til Margarinfabrikkina og summir eru so at siga uppvaksnir har. So sigast kann, at hetta er eitt natúrligt framhald av tónleikavirkseminum, sum nú verður flutt niðan í Gundadal.