Rox í Luux

Luux í Havn er í kvøld karmur um dans við kanska Føroya best umtókta dansibólki Rox, við Signar í Homrum á odda.

Luux í Havn er í kvøld karmur um dans við kanska Føroya best umtókta dansibólki Rox, við Signar í Homrum á odda.

Rox telist millum virknastu dansibólkar í landinum, og savna vanliga nógv fólk. Seinastu mánaðirnar hevur Luux spent seg út við nógv meira livetónleiki, og tað hevur savnað nógv fólk.

Signar í Homrum hevur bæði sum oddamaður í Rox og undir egnum navni veruliga sligið navn sítt fast aftur í hugaheimin hjá føroyingum, eftir at hann gav út fløgu í fjør.

Á Summarfestivalinum í spældi Signar eitt brak av einari konsert, tá hann og bólkurin áttu stóru uppgávuna at spæla beint aftan á Kim Larsen. Hetta var gjørt somikið væl, at fólk sungu og rokkaðu við til ríka sangskattin, ið Signar hevur latið úr hondum.

Úr Luux verður sagt, at ókeypis atgongd er fram til kl. 01.00.