roWan og The Bait á Skarv

Leygarkvøldið fer roWan, eisini kendur sum Róin Siggertson, at framføra intima solokonsert á Skarv fyri fyrstu ferð. Tónleikurin verður Rock, Blues og Indie roWan framførdi egnan tónleik á Asfalt í fjør og vit kenna eisini duoinia Róin og Magni. roWan hevur seinastu árini búð í Keypmannahavn, har hann dagliga undirvísir í tónleiki, spælir konsertir og hann hevur studio við framleiðslu av egnum tilfari. Aftaná konsertina fer bólkurin The Bait við Rock´n Roll-tónleiki at spæla til ljósan morgum. roWan var favorittur at vinna donsku kappingina Rockidoler á TV3 í 2002, men vann tó ikki. Tó hitti hann har núverandi samstarvsfelaga sín, Sune Fey, og saman stovnaðu teir rockbólkin The Bait. Saman hava teir smíðað orð og løg. Rock´n Roll bólkurin The Bait er við roWan á sangi, tagentum og guitari, Poul A. Knudsen (eisini føroyingur) á trummum, Sune Fey á guitari, kór og Peter Ravn á bassi og kóri. Promotarin á Skarv ESJ sigur, at roWan er ikki bara ein væl royndur og góður tónleikari, hann er eisini ein stuttligur og sjarmerandi órakaður entertanari, passaliga skitin í sangi og útskjónd, eins og Jimmi Hendrix og Jim Morrison.