Í kvøld verður dupult konsert á Børneteatret í Christiania og helmingurin av framførsluni hevur føroyskan uppruna Tað eru Kasper Skaaning og roWan, ið hava konsert á Børneteatret á Christiania í kvøld klokkan 23.00. roWan kenna vit eisini sum Róin Siggertsson, ið er føroyskur tónleikari, sum eftir at hava leikt í Føroyum í nøkur ár, fór Danmarkar, og har spælir hann framvegis. Vit kunnu siga, at hann fór úr heimliga dunnuhylinum, og sigast kann møguliga, at kendur er hann fyri at tora at ganga egnar leiðir og at royna nýggj mørk.
Meira sæst á www.myspace.com/sassymusic