Á Skiftirættarfundi í morgun boðaði bústjórin, Sigmund Poulsen, frá, at allar ognirnar í trotabúnum eftir Dimmalætting eru seld.
Tað er Poul Hansen, advokatur, sum hevur keypt. Talan var um eitt samlað boð á 200.000 krónur, men bústjórin kundi kortini ikki siga, hvør hevði keypt, tí boðið var latið av einum sakførara
Sigmund Poulsen upplýsti annars, at telduútbúnaðurin ikki kundi seljast, tí tað hevði uttan iva komið undir brot á persónsdatalógina. Haraftur ímóti eru telduskíggjarnir seldir fyri 7.500 krónur.
Bústjórin segði eisini, at stjórin í Sp/f D Media, Árni Gregersen, hevði slept krøvunum móti fyritøkuni, sum var løn í eitt ár, 740.000 krónur.
Hartil kom so, at úgvið hevði fingið tilboð frá Formula um destruktión av teldunum á 9.000 krónur, umframt at eitt krav um grannskoðarahjálp kemur at kosta 10.000 krónur.
Aktivini tilsamans í búnum eru uppgjørd til 240.000 krónur, meðan prinsippiellu krøvini eru uppgjørd til 3,8 milliónir krónur og konkurskrøvini til 3,3 milliónir krónur.
Sigmund Poulsen kundi somuleiðis upplýsa, at sáttmálin um keypið av útbúnaðinum hjá Dimmalætting verður undirskrivaður í dag, og annars skal trygd veitast fyri, um onkur ynskir okkurt tilfar, sum finst á teldunum.
Næsti Skiftirættarfundur er ásettur til 15. apríl.