Rover er eitt 100 ára gamalt bilmerki við langari enskari traditión. Tað bæði sæst og merkist á eitt nú Rover 75, ið er ein sera væl umtóktur bilur. Rover 75 er bæði nútímans og hevur nógv sereyðkenni frá gomlum enskum bilum.
Sum nakað nýtt er nú ætlanin at koma við einum Rover 75 Coupé. Avgerðin um framleiðslu er ikki tikin enn.
Rover 75 fæst við motorum heilt frá 1,8 litur við 150 til 4,6 litur V8 við 250 hk. Í mótsetning til aðrar Rover 75 verður V8 útgávan drivin av bakhjólunum og fæst einans við 4-trins automatgirkassa..