Eftir at næstan 100 prosent av atkvøðunum eru taldar, er tann 68 ára gamli Rouhani kosin vinnari.
Tann hóvligi Hassan Rouhani hevur sambært iranska innanríksiráðnum vunnið forsetavalið við næstan 58 prosentum av atkvøðunum, skrivar týska tíðindastovan dpa.
Eftir at næstan allar atkvøðurnar eru aldar, er tann 68 ára gamli kosin vinnari av valinum, har hansara argasti mótstøðumaður var tann sera konservativi Ebrahim Raisi.
Eitt valevni, sum fær yvir 50 prosent av atkvøðunum í fyrsta valumfari, er vinnari av valinum.
Fleri enn 40 milliónr av iranum vóru á vali í gjár. Atkvøðugreiðslan endaði við at verð alongd í fleiri tímar. Tað upplýsir iranska innanríkismálaráðið.
Harvið hevur valluttøkan verið á umleið 70 prosentum.
Tað líkist valluttøkuni í 2013, tá Rouhani vann stórsigur.
Fýra valevno – allir menn – vóru uppstillaðir. Rouhani, sum stillaði uppaftur á valinum, fær nú annað valskeiðið sum forseti.
Í valstríðnum hevur hann serliga víst á, at valið er avgerandi fyri uttanríkispolitikki hjá Iran. Rouhani var landsins samráðingarmaður, tá ein avtala um iransku kjarnorkuætlanina kom upp á pláss. Av umheiminum verður hann mettur sum ein pragmatikari, men nógvir iranskir veljarar halda, at hann ikki hevur kunna liað upp til síni lyfti um at styrkja búskapin, tryggja arbeiðspláss og altjóða íløgur.
Ebrahim Raisi verður spáddur at blíva landsins andaligi leiðari – ayatollah – einaferð.
Tað er tann andaligi leiðarin, sum hevur evsta valdið í Iran, sjálvt um forsetin er tann ovasta fólkavaldi leiðarin.
Tann ovasti andaligi leiðarin hevur síðani 1989 verið ayatollah Ali Khamenei.
Tá næstan allar atkvøðurnar vórðu taldar, lá Rouhani klárt á odda. Hann hevði stuðul frá 22,8 milliónum atkvøðum, meðan Raisi hevði stuðul frá 15,5 miliónum veljarum. Tað upplýsir formaðurin í valnevndini, Ali Asghar Ahmadi, til ríkissjónvarpið í Iran.
/ritzau/dpa