Herfyri fingu tey í Sands kommunu eina fráboðan um, at tveir menn, sum vóru staddir á bryggjuni á Sandi, hildu seg síggja eina rottu.
- Tað var klokkan 17 hin 29. september, at ein maður ringdi til mín og fortaldi, at hann og ein annar høvdu sæð eina rottu. Rottan kom úr einum røri, sum verður brúkt í alivinnuni til at fóðra við.
Soleiðis skrivar borgarstjórin, Heri Sverrason, í einum notati, sum eisini er latið Umhvørvisstovuni.
Í skrivinum vísir hann á, at rørini, har menninir hildu seg síggja rottuna, liggja uppi á nøkrum buntum av trossum á havnalagnum millum bygningarnar hjá alifelagnum, Mowi og Sands kommunu.
- Eygleiðararnir stóðu umleið tríggjar metrar frá, har rottan kom úr rørinum, og teir vóru tískil ikki í iva um, at talan var um rottu, sigur borgarstjórin, sum endurgevur teir, ið hildu seg síggja skaðadjórið.
Heri Sverrason vísir í notatinum á, at tilbúgvingin hjá Sands kommunu varð sett í gongd alt fyri eitt, eftir at fráboðanin var komin.
- Longu klokkan 17.30 stóðu 10 kassar við eituri, fýra rottufellur og tunlar við blekkpappíri á bryggjuni.
Í síðstu viku, tá vit skiftu orð við borgarstjóran, segði Heri Sverrason, at fráboðanin um rottu sjálvsagt verður tikin í størsta álvara, tí eingin í Sandoynni ynskir rottu í oynna.
- Nú reiðskapurin – ella tilbúgvingin – hjá kommununi hevur verið virkin í nakrar dagar, hava vit higartil ongar ábendingar fingið um, at rotta er á økinum við havnalagið, og vit hava heldur eingi spor sæð til rottu, sigur hann.
Borgarstjórin heldur, at tað kann vera trupult at siga, um talan kann hava verið um annað enn rottu, sum hesir báðir menninir sóu á havnalagnum, men hann mælir staðiliga til, at fólk, sum halda seg síggja rottu, siga frá beinanvegin.
- Tað er betur at siga frá einaferð ov nógv enn einaferð ov lítið, tí tað er ógvuliga umráðandi, at rotta ikki kemur í Sandoynna, sigur Heri Sverrason, sum fegnast um, at kommunan eisini her hevur eina skjóta og effektiva tilbúgving.