Stóra ferðamannaskipið MS Rotterdam vitjar Runavíkar havn týsdagin 11. august.
Umborð eru umleið 1400 ferðafólk, og manningin telur 600.
Í Runavíkar havn vita tey at siga, at skipið er 61.850 bruttotons til støddar og er 238 metrar langt.
Tað er reiðaríið Holland America Line, ið eigur MS Rotterdam, sum fer at liggja í Runavík 11. august frá klokkan 8-16.
Felagið Tor Shipping umboðar ferðamannaskipið í Føroyum.