Rotta í flogfari til Kypros

Við einum flogfari hjá bretska felagnum Thomas Cook legði ein flogskipari til merkis, at ein rotta var í stýrhúsinum á eini ferð millum London og Pafos á Kypros. Tá flogskiparin fekk eyga á rottuna, rann hon runt í stýrhúsinum á flogfarinum. Hendingin fór fram á eini flogferð seinasta sunnudag.

Bretska blaðið Daily Mail skrivar, at flogfarið lendi trygt á Kypros. Hinvegin vórðu ferðafólkini, sum skuldu við aftur flogfarinum til Bretlands, seinkaði eitt samdøgur.

Tað tók sína tíð at finna rottuna. Óttin var, at hon kanska kundi gnaga hol á kaðlar til týdningarmikla tøkni.

- Flogfarið hevur eina ávaringarskipan, sum sigur frá, um trupulleikar eru - eisini, um kaðlar skuldu verið gnagaðir á hol. Um slíkt hendi, hevði flogfarið hjá Thomas Cook lent í nærmastu lufthavn.

Tað sigur ein talsmaður hjá bretsku loftferðslumyndugleikunum og leggur aftrat, at tað er ofta, at tey hava kakelakkar umborð á flogførunum, men ikki rottur.