Rossatrøð í omanlopi

Staddur í Føroyum, sá eg júst Fregnir. Har eru atfinningarsamar greinar, ið m.a. leggja á hini bløðini í Føroyum. Ein er so til mín og hesi bløð í senn, frá Meinhardi Jensen. Hesin brúkti eina ófantaliga 1/1 síðu í Fregnir uppá mína skriving.

Eg skrivaði sum var aftur, í viðmerking í Fregnir, at eg ikki skilti hvat M.J. segði, vildi siga ella helt hann segði. Mín endaliga støða var tá, at hann hugsar og skrivar óklárt, soleiðis at tað hevur nakran áhuga fyri onnur.
Nýggjasti parturin í jeramiaduni hjá hesum løgna penni, er hetta lítla perfida lesarabræv. Men á Fregnum vilja teir ikki prenta eina stutta viðmerking, teirra fólk kunnu spræna lýsi yvir hvønn mann, men eingin áhugi er hjá Jonhard at hoyra fólk verja seg móti útspillingum. Í Fregnir royndi M.J. (sum ein útveg), at "appellera" til fjølmiðlarnar í Føroyum um at hesir ikki er í ordan, at prenta mínar greinar, tí tær av og á eru atfinningarsamar. Hetta er ikki argumentatión, men harraboð og pástandir. Sum so mangan, so hevur Meinhard ongi argumentir eftir, tí leggur hann seg á okkurt persónligt, saman við onkrum málsligum pástandi, og slíkum havi eg lítla, fyri ikki at siga onga, virðing fyri.
Meinhard vil royna seg sum intellektuallan í Føroyum í dag, men tikist ikki dáma henda leiklut, ella at siga okkurt, ið minnir um nakað intellektuelt. M.J. roynir, ella hevur roynt at skriva intellektuellar greinar, sum ein annnar løgin høvundi, men alt er sum deyðbaka køka, tí reflektiónirnar hjá honum tora hvørki at vera poetiskar ella intellektuellar í álvara. Heldur enn at skriva um egnan nalva, ikki tí hetta tikist vera hin stórsta vísindagreinin í Føroyum, skuldi hann funni sær verulig evni at troytt, í staðin fyri at leggja eftir teim fáu røddunum í føroysku fjølmiðlunum, ið tora at umboða egnar tankar og siga okkurt annað, mangan elvt av altjóða heimspeki t.d.. Fyri at bøta um hetta eru her uppskot til evni, ið onga viðgerð fáa í løtuni: tøgnmentan okkara, føroysk mentan annars, ábyrgdin hjá teim intellektuellu í slíkum samfelag, málspurningar, bókmentir (erliga ummæli), list, nationalisma og internationalisma, samleiki ella ikki, heimspeki, humanisma eitt neyðaregg ella tað okkum væntar?, vísindi, logikkur, retorikkur og argumentatión, sosiologi brúkt uppá Føroyar nú, uttanlanda tíðindi við tulkingum og perspektivum, etikkur, mentasøga, heimsmentan t.v.s. onnur enn hin Vesturlenska, altjóða filmir, munurin á vitan og trúgv, vísundaheimspeki, lívs- og átrún-aðarheimspeki?listin er helst óendaligur, um ein torir alneyðuga túrin út um heilagu gudeligu føroysku Rossatrøðina, eftir øðrum enn Mósesi Hansen. Góðan arbeiðshug!