Poul Mohr hevur altíð havt nógv jørn í eldinum, og ikki minst er hann kendur sum aktivur rossamaður. Tað er ikki meiri enn nakrir mánaðir síðan, at hann keypti sær nýggjan hest úr Íslandi, so har er aldur ongin forðing. Poul Mohr hoyrir til tað eldra ættarliðið av teimum, sum hava myndað ríðiverðina her í Havnini, og er at síggja á rossabaki summar sum vetur. Tað er fartur yvir feltið, har sum Poul Mohr er.
Tíðindamenn frá Dimmalætting og Sosialinum høvdu roynt at fáa í lag eina samrøðu við føðislarin, men har var eingin kjansur - og forrestin so fylli eg ikki fyrrenn í septembur, royndi hann at billa teimum inn.
Men so lætt slapp Poul Mohr ikki frá limum í Føroya Ríðingarfelag. Teir ynsktu at heiðra Poul Mohr sum ein aktivan og trúðfastan lim, og gjørdu ikki sama feil sum tíðindamennirnir, at teir spurdu fyrst. Poul Mohr hevur við sínum íborna frásøgukynstri bæði sum frásøgumaður til kappríðingar og ikki minst sum góður vertskapsmaður til ríðiveitslur við skemtiligum talum, glaðum sangi og føroyskum dansi ríka munandi um tann partin av felagslívinum í Føroya Ríðingarfelag. Alt hetta ynsktu limirnir í Føroya Ríðingarfelag at takka honum fyri, og
formaðurin í Føroya Ríðingarfelag, Hans Vilhelm Lützen, hevði stílað fyri skrúðgongu frá Marknagilsvegnum kl. 11 oman til sonin Gunnar Mohr, har mann visti at Poul Mohr var staddur.
Um 25 reiðfólk vóru møtt upp, og í dýrdarveðrinum fór henda stásiliga skrúðgonga við Hans Vilhelm sum flaggbera á odda oman til Gunnar Mohr, har Poul Mohr við familju tók ímóti.
Formaðurin heilsaði føðislarinum, onkur segði nøkur orð og ein stór blómuheilsan bleiv handað og hurrá rópini rungaðu. Síðani varð tann av reiðfólki so vældámdi sangurin hjá H.A. Djurhuus:”Eg saðlaði mær ein hvítan hest móti vári” sungin.
Poul Mohr takkaði fyri, og rósti Føroya Ríðingarfelag fyri at vera eitt rúmsátt felag, har pláss var fyri øllum, men legði hann aftrat at Føroya Ríðingarfelag er ikki fyri sartar sálir, har verða meiningarnar ikki pakkaðar inn, men serveraðar beinleiðis, og tað var deiligt, tí við einum fríum tóna gongur eingin og bølir yvir nøkrum og tað skemtiliga fær rásarúm.
mg










