Júst nú verður nógv gjørt burturúr avdúkingini sum vísti, at rossakjøt er at finna í fleiri matvørum í handlunum, sum ikki lýsa við hesum.
Hóvastákið stendst av, at vit ikki vita, at tað er rossakjøt vit koyra í munnin. Men í veruleikanum er rossakjøt heilsugott, og tað eru fleiri orsøkir til, at ein átti at umhugsað, at sett rossakjøt á døgurðaborðið.
Tað sigur Preben Vestergaard Hansen, kandidatur í Human Ernæring við heimasíðuna hjá DR.
- Tað er als einki galið við at eta rossakjøt. Tað er soltið og fylt við proteinum, sigur hann.
Hann vísir á, at ross vanliga hava havt eitt aktivt lív við nógvari rørslu, og tí er kjøtið oftast moyrt og soltið.
Hóast tað er heilsugott at eta rossakjøt, so er tað mangan so, at kenslurnar steðga okkum í hesum, heldur Preben Vestergaard Hansen.
- Í dag er rossi eitt kelidjór, og nógv hava sterkar kenslur um hetta. Men tey flestu hugsa ikki um hvussu høsnarungar ella grísar liva áðrenn tey enda á døgurðaborðinum, vísir hann á.
Les meira um hetta málið á heimasíðuni hjá DR.











