Grillsteikt Hrossalund með steiktum sveppum, béarnaise eða pipar sósu - Grilled Horse tenderloin with mushroom, béarnaise or pepper sauce – kr.4950.
Hetta er tikið beint av matseðlinum hjá væl umtóktu matstovuni Þrír Frakkar í Reykjavík. Rossalundir, hvat tá?
Serliga útlendingum dámar væl hesa matstovuna. Sjálvur havi eg ofta etið har, tó ikki ross, men eitt annað tabudjór, hval, tvøst í whiskysós.
Harragud, harra formaður, sum løgtingsmaðurin segði, hvat bagir rossakjøti?
Tá eg búði í Íslandi fyri hálvari øld síðani, fingu vit rossakjøt til døgurða eina ferð um vikuna. Saltsprongt rossakjøt. Á forsetagarðinum var tað, so tað var neyvan politiskt ókorrekt. Helt tó ongantíð, at tað smakkaði so øgiliga væl, rossakjøtið, nakað seigt, kanska. Men tað var eingin gøla at eta ross til døgurða. Og eingin hevði skræpuna aftaná.
Hví er rossakjøt verri enn annað kjøt? Fólk, sum annars eta allan lort, standa skelkað uttan fyri handlar, sum hava selt lasanju, sum er nakað helvitis svans, við ella uttan rossaflavour. Havi sæð skelkaðar kundar í donskum sjónvarpi, tí tey, kanska, hava etið rossakjøt, sum tey hildu vera neytakjøt.
Spikafeit við rotnum tonnum eru tey sjónliga sinnisrørd, tí tey hava keypt og etið rossakjøt í einari junklasanju.
Voxpop eitur hetta slagið av journalistiskum undri. Hálovaða vanliga fólkið verður spurt um alt møguligt, sum tey avgjørt einki sum helst skil hava fyri og enn minni vita tað allarminsta um. Bara tey eru skelkað og øtast.
Tí journalistar hava ikki somu rættindi sum Palleba og Marsanna Joensen. Journalistar eiga ikki at hava og enn minni siga sína egnu hugsan. Tí hava tey uppfunnið voxpop, so onnur kunnu koma við øllum sannleikunum, dómunum og niðurstøðunum.
“Er tað ov dýrt at búgva í Føroyum?” “Ja, alt ov dýrt. Eg havi eina dóttur, sum býr í Danmark, og har kostar ein litur av mjólk fimm krónur.”
“Eg havi ikki ráð til døgurða hvønn dag.”
Tilgjørdir rættir eru sjálvandi eisini nógv bíligari í Danmark, sama hvat er í teimum.
Fólk, sum eta slíkt sum tiðnaða lasanju úr ES, hava uppiborið at verða lumpað, rætt og slætt.
Men fólk eiga at fáa at vita, hvat er í tí, tey eta. Gamaní, hvussu nógv vita, hvat E305 er?
Annars er rossakjøt líka gott ella vánaligt sum annað kjøt, bara tey minnast at taka saðilin av, áðrenn rossið fer í kvørnina. Skógvarnir kunnu fara við. Teir eru úr jarni, og jarn er gott fyri heilsuna.
Og hví kann hestahalasúpan ikki vera líka góð sum neytahalasúpan?
Vónandi er italska mafian ikki uppi í hasari rossagøluni, tí so endar gamli pávin sum haldevni í lasanju ella pitsa.
Eg reið mær av stað at keypa inn...
Bara tað ikki er rossamakrelur, vit eta í okkara makrelguffi, so no bad feelings hiðani.
Ókey, onkur hevur fingið rottukjøt í hamborgara.
Har er markið, tað et-iska markið. Elle sum FCK-fjepparin segði um hálvleikspylsurnar í Parkini. Hon segði, at tær eru: det klammeste klamme med klam på.
Eru rossini líka fitt sum hvalur? Tí mugu vit ikki eta tey?
Sjálvur haldi eg, at ein kúgv er nógv meira blíðsnýðug enn ein ryssa. Og smálombini og gásarungarnir. Tey enda øll í ovninum ella í pottinum.
Ross eru harafturat ikki, tey føroysku undantikin, latið okkum endiliga ikki eta tey, ross eru ikki hótt. Tað ber væl til at eta nøkur burtur av uttan at stovnurin minkar.
Dagsins rættur: Sum ryssa yvir sjálvdeyðum fyli í lasanju við neytasmakki.