Dánjal Højgaard
Herfyri varð Norðoya Rossafelag sett á stovn.Fyribils eru 20 limir í Norðoya Rossafelag,sum eiga 14 ross.
Felagið hevur til endamáls at stimbra umstøðurnar hjá ríðingarfólkinum í Norðoyggjum. Felagið ætlar at byggja felags fjós og at vala um fjallgøturnar, riðið verður eftir. Eisini er ætlanin at skipa fyri felags ríðiferðum.
Rossafelagið er ikki bert fyri kappríðarar, men fyri fólk, sum hava áhuga fyri rossum og ríðing yvirhøvur. Hinvegin dylja stigtakararnir ikki fyri, at teir vóna, at felagið kann eggja fleiri norðoyingum at ríða kapp,tí tað eru ikki nógvir kappríðarar í Norðoyggjum.
Fyrireikararnir vóna, at limatalið í rossafelagnum í Norðoyggjum fer at vaksa, tá ið gongd er komin á virksemið:
- Tá ið umstøðurnar eru komnar í rættlag vænti eg, at felagið fær fleiri limir og at fleiri ross verða knýtt at felagnum, sigur Ólavur Johannesen, stigtakari til Norðoya Rossafelag.