Ross: Vit áttu at vunnið minst 3-0

(Rás2) Skotski høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Maurice Ross tekur seg til høvdið aftaná brendu møguleikarnar í Sarpugerði í dag

Víkingur tók ikki av møguleikanum at hála nógv inn á fyrsta plássið í dag.

 

Á heimavølli í Sarpugerði í Norðragøtu megnaði Víkingur bert javnleik 0-0 ímóti Suðringum.

 

Fyri høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Maurice Ross var talan um eitt stórt vónbrot. Skotin heldur avgjørdur, at Víkingur svam í málmøguleikum og átti at vunnið minst 3-0, men eydnan var ikki Víkingi blíð í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Maurice Ross.

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Suðringum, Glenn Ståhl hoyrist HER