Ross løgdu á urtagarð í Havn

– Tað merkist eisini sera væl í Havn, at Summarfestivalur er Klaksvík, so her hevur lítil aktivitetur verið.

 

Tað sigur vakthavandi á politistøðini í Havn í morgun. Tí í Havn hevur løgreglan ikki hava nógv at gjørt.

 

Ein fráboðan kom í nátt um leysgangandi ross á Mikkjalstrøð í Havn, har rossini vóru løgst á ein urtagarð. Tey høvdu staðið á beiti onkustaðni í grannalagnum, men vóru farin út um gyrðingina.

 

Hóast løgreglan ikki veit, hvør eigur rossini, so fáa tey altíð fatur á eigaranum við at ringja til onkran, sum eigur ross – tí tey kenna øll hvønnannan, sigur vakthavandi, og soleiðis varð eisini funnið fram til eigaran av rossunum í nátt.