Ross hjá Sjúrði vunnu báðar kappingarnar

Sjúrður Samuelsen átti bæði tey vinnandi rossini í kappríðingini á ólavsøku

Ólavsøkukappríðingin var sum siður er ólavsøkudag. Hesa ferð luttóku 25 ross og vóru heilt fitt av fólki og hugdi at kappríðingini. 

Tað hendi tað heilt serliga í ár, at tað var sami eigari, ið átti vinnararossini í Tvíspor l flokkur og Tvíspor ll flokkur. Tað vóru ross hjá Sjúrða Samuelsen í vunnu báðar flokkarnar. Hetta er helst fyrstu ferð at hetta er hent í longu søguni hjá kappríðing her á landi. 

Talan var um ryssuna Urd ið vann ll fllokk við Lailu Christiansen á baki og ryssuna Vør ið vann l flokk við Annfini Reinert á baki. Á myndini síggja vit frá vinstru Urd og Lailu, síðani Sjúrð og longst til høgru eru Vør og Annfinn.

Hinar flokkarnar vunnu hesi, Skeið, Regin Johannesen á Gylling. Trav Anna Maria Holm Nolsøe á Mána og Tvíspor ung Oskar í Haraldstovu á Markus. 

(Mynd: Brandur í Dali)