Ross: Aftaná tap í 2. umfari broyttist nógv

(Rás2) Hoyr samrøðuna sum var við nú fyrrverandi høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Maurice Ross í Fótbóltspanelinum hjá Rás2

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 í sendingini "Fótbóltspanelið" í SportBoxini, har Tróndur prátaði við Maurice Ross, ið misti starvið sum høvuðsvenjari hjá Víkingi ígjár.

 

Maurice Ross greiðir frá, at longu aftaná 1-2 tapið ímóti HB í 2. umfari í betrideildini tann 17. mars broyttist viðurskiftini millum hann og leiðsluna í Víkingi nógv, og tað byrjaði at dragna millum partarnar. 

 

Maurice Ross møttist við Atla Gregersen, Hans Jørgeni Djurhuus og Sølva Vatnhamar ígjár til eina kensluborna løtu fyri tann nú fyrrverandi høvuðsvenjaran hjá Víkingi.

 

Í kvøld fer Maurice Ross oman til venjingina hjá betrideildarhópinum hjá Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu at siga farvæl við allan hópin.

 

Maurice Ross ætlar at verða ein mánað í Føroyum fyri at vita um nakað arbeiði er til hansara sum fótbóltsvenjari. Býðst einki áðrenn juni er farin afturum má skotski venjarin hyggja aðrastaðni eftir nýggjum avbjóðingum.

 

Maurice Ross sigur seg verða ernan av tí sum er avrikað í Víkingi, har tað eydnaðist at fáa verandi FM-vinnarararnar at taka við einum øðrvísi spælsystemi.

 

Samrøðan við Maurice Ross var gjørd gjøgnum "Messenger", og tí er ljóðgóðskan ikki tann fremsta.